Troels Lund Poulsen, formaður í vinstraflokkinum fer nú eftir at skipa minnilutastjórn saman við Liberal Alliance og teimum konservativu.
Tað segði hann á einum tíðindafundi í dag, nú tað júst eru gingnar átta vikur síðani fólkatingsvalið.
- Eg meti, at bestu møguleikarnir eru fyri at skipa stjórn við Venstre, LA og teimum konservativu.
- Tí fegnist eg um, at hesir tríggir flokkarnir eru samdir um ein yvirskipaðan búskaparligan karm, segði hann á tíðindafundinum.
Fyri einari góðari viku síðani varð Troels Lund Poulsen valdur at vera kongaligur kanningarleiðari eftir at tað ikki eydnaðist hjá Metta Frederiksen at skipa stjórn.
Í uppslagi á Facebook greiðir Troels Lund Poulsen nærri frá, hvat teir tríggir borgarligu flokkarnir eru vorðnir samdir um.
Her staðfestir hann eisini, at í Danmark er sokallaða negativa parlamentarisman galdandi. Tí snýr tað seg ikki um at finna meiriluta fyri stjórnini, men ístaðin at tryggja, at tað ikki er meiriluti ímóti stjórnini.
Tá Lars Løkke Rasmussen, floksformaður fyri tey moderatu, rýmdi frá samráðingunum við Mette Frederiksen fyri ístaðin at peika á Troels Lund sum kanningarleiðara var tað fyri at skipa stjórn tvørtur um miðjuna.
Óvist er enn hvørja støðu Lars Løkke hevur til nýggju støðuna.
Hetta er ikki fyrsta danska stjórnin millum Vinstra, Liberal Alliance og tey konservativu. Ein slík VLAK-stjórn ráddi fyri borgum frá 2016 til 2019 – tá við Lars Løkke (tá fyri Vinstra flokkin) sum forsætisráðharra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald