Innanlands

Georg Stage vitjar aftur í Vági

Umleið 60 næmingar eru umborð, og opið skip verður bæði í kvøld og mikukvøldið millum klokkan 18 og 20

Mynd: Bjarni Johansen/vagur.fo

Mynd: Bjarni Johansen/vagur.fo

2026-05-19 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið, mánakvøldið 18. mai, legði Georg Stage at í Vágs Havn. Tað er ikki fyrstu ferð, at skúlaskipið ger tað.

Vágs kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at umborð á skúlaskipinum eru umleið 60 næmingar, og manningin sum telur 10.

Georg Stage kemur frá Stornoway og skal liggja í Vági í dag og í morgin. Møguleiki er eisini at vitja umborð, sambært vagur.fo 

- Í samband við vitjanina, so verður opið skip týsdagin og ónsdagin frá klokkan 18.00-20.00. Øll er hjartaliga vælkomin umborð, sigur manningin. 

Myndirnar niðanfyri hevur Bjartur Vest tikið:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder