Fríggjadagin 29. mai 2026 verjir klokkan 14:00 Elsa Fróðadóttir Helmsdal ph.d.-ritgerð sína við heitinum: “At the intersection of risk and culture - Environmental contaminants in pilot whales and the implications for a culturally significant food tradition”
Tað vil siga, at stóra uppgávan snúr seg um, tá mentan og váði hittast: At dálkandi evni í grindahvalum hava sína ávirkan:
“Millum váða og mentan - Dálking í grindahvali og avleiðingarnar fyri eina siðbundna matmentan”
Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at verjan verður í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í Havn. Verjan er almenn og verður á enskum máli.
Sum ph.d.-lesandi hevur Elsa verið starvssett á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.
Í vegleiðaratoyminum eru Maria Skaalum, adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya og Jesper Bo Nielsen, professari á Syddansk Universitet. Fyrrvendan er høvuðsvegleiðari. Danin er hjávegleiðari
Í metingingarnevndini verða:
Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)
Kelly Skinner, lektari á University of Waterloo, Kanada
Cindy Jardine, professari á University of The Fraser Valley, Kanada
Til ber at lesa samandráttin av ritgerðini her.
Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Elsu Helmsdal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald