Innanlands

Alvápnað løgreglufólk í Tinganesi

Venjing er í økinum við Irish Pub, Tinganes og Vinnumálaráðið í dag frá hálvgum tíggju til klokkan fimm

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-20 09:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur hesa vikuna venjingar, og í dag er tað í økinum við Irish Pub á Skálatrøð, í Tinganesi og við Vinnumálaráðið, at venjingarnar eru.

- Fólk skulu ikki vera stúrin, tí hetta eru bara venjingar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Nógv fólk vera við í venjingini, tí umframt alvápanað løgreglufólk eru eisini statistar.

Venjingin í dag er frá klokkan hálvgun tíggju fyrrapartin til klokkan fimm seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder