Innanlands

Heita á ferðafólk um at vísa atlit

'Please Visit Responsibly': Visit Faroe Islands er farið undir nýtt átak at fáa ferðafólk til at ísa atlit og ferðast við ábyrgd

Latið portrið aftur eftir tykkum er boðskapurin

Latið portrið aftur eftir tykkum er boðskapurin

2026-05-20 14:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Visit Faroe Islands hevur ment nýtt kunningarátak um ábyrgdarfullan atburð hjá ferðandi í Føroyum.

Átakið tekur støði í ferðavinnuætlanini Heim og byggir víðari á arbeiðið við ferðafólkakunning, sum er gjørt seinastu árini. Við heitinum “Please Visit Responsibly” verður ein greiður og altjóða kendur boðskapur tikin í nýtslu – har ein tilsiping spælir við “Please Drink Responsibly”, sum fólk flest kenna frammanundan.

Boðskapurin er einfaldur: Ferðafólk eru hjartaliga vælkomin til Føroyar, men tað er eisini týdningarmikið at vísa atlit og ferðast við ábyrgd.

Tónin í átakinum er lættur og eitt sindur ‘skeivur’, og útgangsstøði er, at vit trúgva uppá, at ferðafólkini ynskja at gera tað rætta, og við hesi kunningini hava tey fortreytirnar fyri at gera tað.

Talan er um eitt samlað átak, sum sameinir marknaðarføring og ferðafólkakunning. Frá tí løtu fólk byrja at kunna seg um Føroyar á sosialum miðlum og á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands skulu tey møta somu greiðu boðskapum um, hvussu ein ferðast við virðing fyri náttúru, samfelagi og fólki.

Tey møta eisini sama boðskapi, tá tey eru komin til Føroyar. Komandi tíðina verður átakið sjónligt á flogvøllinum, har stór veggjaprýði og kunning á skíggjum fara at taka ímóti teimum ferðandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Boðskapurin verður eisini sjónligur umborð á Norrønu, í Atlantic Review blaðnum hjá Atlantic Airways umframt á m.a. gistingarhúsum, leigubilum og kunningarstovum. Átakið verður eisini rullað út á sosialum miðlum og á øðrum pallum, soleiðis at boðskapurin fylgir teimum vitjandi gjøgnum alla ferðina.

Sum partur av átakinum hevur Visit Faroe Islands ment eina serliga heimasíðu við ítøkiligari kunning og góðum ráðum um ábyrgdarfullan atburð í Føroyum: https://visitfaroeislands.com/please-visit-responsibly

– Við “Please Visit Responsibly” vilja vit vísa ferðafólkum, hvussu tey kunnu njóta Føroyar og samstundis vísa atlit til náttúru og samfelag, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands. Vit hava við hesum savnað og styrkt tað arbeiðið, sum longu er gjørt innan ferðafólkakunning, og gera tað meira sjónligt og samanhangandi.

- Hetta er sostatt bæði eitt kunningar- og marknaðarføringsátak, sum skal stuðla okkara arbeiði at menna Føroyar sum eitt ábyrgdarfult og burðardygt ferðamál.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder