Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Hagstovan upplýsir í nýggjastu dagføring sínari, at í apríl vóru 30.419 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 382 starvsfólk, ella 1,3 prosent, fleiri enn apríl árið fyri.
Í apríl vóru góðir 15.500 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 230, ella 1,5 prosent, fleiri menn og 150, ella 1 prosent, fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.
Meira enn helvtin, 57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg.
Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Næstan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá almennum arbeiðsgevara, meðan tað hjá monnum bert er fjórði hvør.
Hjá monnum er myndin øðrvísi. Gongdin á grafinum vísir, at menn, sum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevara eru vorðnir støðugt fleiri seinastu árini, tó er vøksturin minni enn hann var áðrenn 2020. Talið av monnum, sum arbeiða hjá almennum arbeiðsgevara er rættiliga støðugt yvir tíð.
Tvær tær størstu vinnugreinarnar eru 'heilsu- og almannaverk' og 'almenn umsiting og verja', sum báðar eisini høvdu ein vøkstur í starvsfólkaskara samanborið við apríl árið fyri. Størsti vøkstur í tali samanborið við sama mánað í fjør var í 'flutnings- og goymsluvinnuni' við 115 persónum.
Í nøkrum vinnugreinum er talið hinvegin minkað tá samanborið er við apríl í fjør. Í 'landbúnaði, skógrøkt og fiskiveiðu' er talið minkað við 122 starvsfólkum, hetta skyldast serliga eina minking í uppsjóvarveiðu og aling. Aðrar vinnugreinar, har talið er minkað eru 'gisting- og matstovuvinna', 'byggivinna' og 'fígging og trygging'.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald