Innanlands

Skiparin á Brimli sá tilburðin

Men heldur ikki hann vil siga nakað um samanstoytin á bátastevnuni

Brimil í Vestmanna leygardagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Brimil í Vestmanna leygardagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-20 21:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Larmandi tøgn er um samanstoytin á bátastevnu í Vestmanna leygardagin, tá ein skjóttgangandi bátur sigldi á bjargingaskipið Brimil og fleiri fólk vóru koyrd á sjúkrahús.

Skiparin á Brimli, Jørgen Joensen, sá tilburðin tá báturin rendi inn í síðuna á skipinum. Tað váttar hann fyri Kringvarpinum.

Men skiparin hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið. Hann hevur latið løgregluni eina frágreiðing.

Tað hevur verið trupult at fingið nakað at vita um málið frá myndugleikunum hóast tað nú eru fleiri dagar síðani, at hendingin fór fram. Eitt nú um hvussu nógv fólk vóru í skjóttgangandi bátinum, hvønn skaða hesi fólkini hava fingið, um rúsdrekka var uppií, hvussu illa báturin fór.

Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur við Kringvarpið, at tað møguliga kemur ein frágreiðing frá teimum seinni í vikuni.

Les eisini: Tey halda tætt um samanstoytin á bátastevnuni

--

Stjórnin á FM1: Fólk spekulera upp aftur meira tá einki fæst at vita

- Øll vita hvønn hetta snýr seg um. Um fútin heldur hondina yvir onkrum sum hann heldur situr ov ovarliga, so hava vit eina korrumperaða skipan, bleiv millum annað sagt í Stjórnini á FM1 mikudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder