Síðsta vikuskifti spældi hon á stóra bransjufestivalinum The Great Escape í Brighton í Onglandi og týskvøldið mitt í pulserandi býarpartinum Hoxton í London, men fríggjakvøldið kemur Marianna Winter aftur at framføra í Listastovuni í Miðvági við debut-heildarútgávu síni, sum hon hevur skrivað og framleitt saman við Ragnari Finsson.
Marianna byrjaði sína tónleikaligu ferð tíðliga. Hon er fødd undir heitu kalifornisku sólini og uppvaksin í ótamda vakurleikanum í Føroyum. Hetta legði grundarlagið undir einum ljóði, eins fjølbroyttum og uppvøkstur hennara, sum strekkir yvir vindføstu føroysku landsløgini og kreativa surrið í West Hollywood.
Frá klaverundirvísing og talentkappingum í barndóminum til listarligu ávirkanina frá gubbanum, Alex Van Halen, rennur tónleikur og list í æðrum hennara. Ættarbondini í Miðvági leiða eisini til tónleikin. Eins og tónlistarligu ávirkanirnar hava verið stórar í familju hennara, var langomma hennara eisini listarlig og framførdi sum sjónleikarinna, bæði í filmi og á Det Kongelige Teater.
Hon hevur verið aktiv á tónleikapallinum síðani 2016 og hevur givið út tónleik síðani 2019.
Nýggju stakløgini hjá Marionnu ljóðaðu í 2023 á altjóða spælilistum og útvarpsstøðum.
Harafturat hevur hon framført á altjóða bransjufestivalum: The Great Escape (UK), UHØRT (DK) og Iceland Airwaves (IS), umframt G! Festivalinum.
Fríggjakvøldið 22. mai klokkan 21 kemur hon við sínum sterka bólki, har allir eru tónlistarligir kongar á sínum øki: Ragnar Finsson (gittar, sang), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur, sang), Árni Jóhanneson (bass, sang), Kristian Pauli Ellefsen (synth) og Vinjar E. Petersen (synth/keys).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald