Í morgin roknar løgreglan við at kunna koma við eini nærri frágreiðing um, hvat tað var sum hendi um vikuskiftið, tá ein skjóttgangandi bátur rendi á vaktarskipið Brimil undir bátastevnuni í Vestmanna og fýra fólk máttu flytast á sjúkrahús, harav tað eina í tyrlu.
- Vit hava kanningar í gongd, og tað er orsøkin til at vit ikki úttala okkum um málið í løtuni, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini við fjølmiðlarnar í morgun. Og hon legði afturat.
- Vit ynskja als ikki at leggja lok á hetta málið, eins og onkur miðil hevur givið úttrykk fyri. Tað má vera fyri teirra rokning.
Sambært vaktleiðaranum eru nakrar kanningar og avhoyringar eftir at gera. Væntandi verður hetta gjørt í dag, so okkurt nærri verður at frætta í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald