Innanlands

Fýra fólk flutt á sjúkrahús

Ein bilur koyrdi út fyri ein annan á Lambareiði í gjár

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-05-21 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra fólk vórðu flutt á landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp á Lambareiði í Eysturoynni í gjár.

Tað vóru tveir bilar, ið rendu saman, tá ein bilur við einum persóni í koyrdi út fyri ein annan bil við trimum fólkum í. Øll vórðu flutt á sjúkrahús, men vaktleiðarin á politistøðini visti í morgun ikki at siga nakað um, hvussu støðan hjá teimum er.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder