Innanlands

46 veitarar á handverkaramessu fríggjadagin

Í morgin fríggjadagin 22. mai skipar Bygma Balslev fyri handverkaramessu har 46 veitarar verða umboðaðir

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-21 11:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Messan er tann sjenda í røðini og er hon vorðin eitt fast og væl vitjað tiltak í føroysku byggivinnuni. Sum vanligt, verða stór tjøld sett upp norðanfyri bygningarnar í Hoyvík

Handverkaramessan er tann størsta av sínum slag og heilir 46 veitarar verða umboðaðir í ár. Veitararnir umboða tað mesta av tí, sum Bygma Balslev hevur at bjóða fakfólki í byggivinnuni. Amboð, tilfar, maskinur, klæðir, vindeygu og ein rúgva av øðrum spennandi vørum verða sýnd fram.

Til Handverkaramessuna plaga nógv serstøk messutilboð at vera og í ár er onki undantak. Seinast taldist upp ímóti 3000 vitjandi til messuna. Eins og undanfarin ár, bjóðar Bygma Balslev bæði mat og drekka.

Í ár verða tað fleiri enn 1300 fermetrar, sum verða karmar fyri messuna og fáa tey vitjandi nógv spildurnýggj amboð og nýtt tilfar at síggja. Messan er ein gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesum tólum eins og tað er fínur møguleiki at hitta starvsfelagar úr øllum landinum.

Handverkaramessan verður sett í morgin klokkan 14 í tjøldunum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til kl. 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder