Nú er loksins nakað at frætta frá løgregluni um málið um skjóttgangandi bátin, sum leygardagin rendi í síðuna á Brimli.
Løgreglan hevur í dag skuldsett ein persón fyri brot á revsilógina og lógina um trygd á sjónum.
Kanningar eru gjørdar í málinum, og løgreglan sigur, at kanningararbeiðið heldur fram.
- Fyri ikki at ávirka kanningararbeiðið hevur politiið ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, verður sagt av løgreglustøðini.
Les eisini: Stjórin á Vørn var umborð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald