Leygardagin 30. mai klokkan 13 verður skipað fyri einum sjálvbodnum ruddiátaki í Havn, har bæði føroyingar og vitjandi hjálpa til við at basa skøruni, sum hóttir føroyska náttúrulívmargfeldið.
– Hóast skøran er vøkur, er hon, flestum kunnugt, vorðin ein ovurstórur trupulleiki her heima. Plantan tekur alsamt meira pláss fram við vegum, í haga og í viðkvæmum náttúruøkjum, har hon troðkar upprunaligar føroyskar plantur burtur.
– Eitt stórt arbeiði skal gerast fyri at basa skøruni heilt, men sum eitt lítið fet á leiðini hava Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU), Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands tikið stig til átakið, sum verður kunngjørt í dag á altjóða lívmargfeldisdegnum, veður sagt í tíðindaskrivi.
– Umframt at gera ein ítøkiligan bata fyri føroyska náttúrumargfeldið, er endamálið eisini at geva fólki eina góða uppliving í náttúruni og at geva teimum størri vitan um føroyskt lívmargfeldi, innræsnar plantur, og um hvussu smá átøk kunnu gera stóran mun á náttúru- og umhvørvisøkinum.
– Luttakararnir fara at arbeiða saman í náttúruni, knýta nýggj sambond tvørturum landamørk og læra meira um føroyska landslagið og tær avbjóðingar, náttúran møtir.
Eftir ruddingina verður boðið til afterparty við náttúrða í Perluni í Havn. Grøna Matveitingin borðreiðir við vegetariskum rættum og føroyskum grønmeti.
Luttakararnir møta klokkan 13 á sínum ruddiøki og arbeiða fram til klokkan 16. Afterparty byrjar klokkan 17.
Arbeitt verður á trimum útvaldum støðum í Tórshavn. Við tilmelding ber til at velja øki. Økini, sum veljast kann ímillum, eru: framvið vegjaðaranum á Oyggjarvegnum (møtistað: Waag Bilar), Giljatjørn í Hoyvík (møtistað: Skúlin við Løgmannabreyt) og lyngheiðaøkið við Eirargarð (møtistað: Sandagerð).
Serfrøðingar og náttúrukøn fara at vegleiða luttakarunum í:
- Hvussu plantan verður eyðmerkt
- Hvussu hon verður tikin burtur á rættan hátt
- Hvussu forðast kann fyri víðari spjaðing
Posar og øll neyðug útgerð verður latin luttakarunum á degnum. Tilmelding fer fram her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald