Innanlands

Atlantic Fair aftur í Klaksvík í 2028

Tá verður Hotel KG eisini liðugt, og tað fer at geva framsýnarum munandi betri umstøður, sigur stjórin á Atlantic Fair, Áki í Skemmuni

2026-05-22 09:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2028.

Tað skrivaðu Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, undir á samkomu í Varpinum.

Atlantic Fair hevur í ár 25 ár á baki, og áhugin hjá bæði føroyskum og útlendskum fyritøkum at luttaka á vinnumessuni er stórur.

Áki í Skemmuni, stjóri, sigur, at hann er sera væl nøgdur við vørumessuna í ár.

– Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Klaksvíkar kommunu og gleða okkum til Atlantic Fair 2028. Tá verður Hotel KG eisini liðugt, og tað fer at geva framsýnarum munandi betri umstøður, so tað gleða vit okkum til.

Atlantic Fair verður í døgunum 30. mai til 1. juni 2028.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder