Amerikanski forsetin, Donald Trump vil senda 5.000 amerikonsk herfólk afturat til Póllands.
Tað skrivar Trump sjálvur á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Í løtuni eru umleið 10.000 amerikonsk herfólk í Póllandi, vísa tøl frá amerikanska uttanríkismálaráðnum og pólska verjumálaráðnum sambært Ritzau.
Fyrr í hesum mánaðinum boðaði Trump frá, at hann fór at taka yvir 5.000 amerikonsk herfólk úr Týsklandi. Um tað er hesi somu herfólkini, sum verða flutt til Póllands, er ógreitt.
Les eisini: – USA fer at taka nógv fleiri herfólk úr Týsklandi
Fyrr í hesum mánaðinum varð eisini boðað frá, at ætlanin hjá USA um at senda 4.000 herfólk til Póllands, var slept.
Nærri varð ikki greitt frá orsøkini, men eitt ónevnt amerikanskt embætisfólk segði tá við Reuters, at herfólkini, sum skuldu verið send til Póllands, í staðin skuldu sendast til onnur støð.
Bæði Demokratar og Republikanarar hava funnist at avgerðin um ikki at senda herfólkini til Póllands, tí at Kongressin ikki varð kunnað um avgerðina ella tikin við uppá ráð.
Pólski forsetin, Karol Nawrocki takkar í dagføring á X Trump fyri fráboðanini um tey 5.000 herfólkini.
– Góðar samgongur eru tær, sum byggja á samstarv, virðing og eina skyldu um felags trygd, skrivar hann.
Ein líknandi fráboðan er komin frá pólska uttanríkismálaráðharranum, Radoslaw Sikorski.
Eisini Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte fegnaðist um tíðindini á tíðindafundi í Helsingborg undan einum fundi við uttanríkismálaráðharrar í Nato.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald