Uttanlands

Nato-aðalskrivari vil hava lond at lata ukrainum meira stuðul

Samstundis gevur hann m.a. Danmark, Svøríki, og Noreg rós fyri teirra stuðul til Ukraina

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari (Mynd: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix)

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari (Mynd: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-22 13:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv Nato-lond brúka ikki nóg nógvar pengar uppá at hjálpa Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sum er staddur í Helsingborg í sambandi við fund millum Nato-uttanríkismálaráðharrar.

Stuðulin til Ukraina er ikki javnt býttur í Nato í løtuni, sigur hann sambært Ritzau.

Samstundis rósti hann eisini fleiri londum, sum lata meira stuðul til Ukraina, harímillum Svøríki, Kanada, Týskland, Niðurlond, Danmark, og Noreg.

– Men tað eru eisini nógv, sum ikki brúka nóg mikið, sigur hann.

Í farnu viku skeyt Nato-aðalskrivarin upp, at tey sameindu í Nato skulu seta av 0,25 prosent av btú at lata ukrainum. Hetta hevði kunnað givið teimum millardir av dollarum. Men semja er ikki um hetta, ásannaði Rutte.

– Men tað hevur í øllum førum sett gongd á eitt kjak millum tey sameindu, legði hann afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder