Í apríl varð søkt eftir forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra til Landssjúkrahúsið. Freistin at søkja starvið var úti í gjár, og Heilsu- og orkumálaráðið fekk seks umsóknar til starvið.
Bæði kvinnur og menn eru millum umsøkjararnar til starvið, sum bæði fevnir um ábyrgdina at standa á odda fyri føroyska sjúkrahúsverkinum og at vera sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.
Heilsu- og orkumálaráðið fer nú undir tilgongdina at viðgera umsóknirnar, skrivar aðalráðið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald