Eftir debutplátuútgávuna Tá hvørt ljós líkist tær, ið fleiri føroyskir miðlar kallaðu “Ársins føroyska útgáva”, er Benjamin Rajani nú aftur við nýggjum staklagi.
Sangurin eitur “Glansbíløt”, og snýr seg um trýstið, sum ung liva undir í dag.
Hetta inniber m.a. krøv um success, perfektar kroppar, høg próvtøl og popularitet í einum talgildum heimi við likes og fylgjarum.
Sangurin kritiserar hesi poleraðu glansbíløt-idealini, og lýsir tráanina eftir at skræða glansbíløtini í pettir, soleiðis at mann ikki sjálvur verður skræddur í pettir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald