Troels Lund Poulsen ásannaði í dag, at hann ikki megnar at skipa stjórn. Nakað sum hann hevur arbeitt fram ímóti sum samráðingarleiðari seinastu tvær vikurnar.
Tað hevur við sær, at nýtt kongaumfar verður í leygardagin klokkan 10, og tá fara floksleiðararnir at vitja kong og peika á, hvønn tey ynskja sum nýggjan samráðingar leiðara.
Lars Løkke Rasmussen og Moderaterne hevur alment sagt, at hann peikar uppá Mette Frederiksen. Harvið bendir alt á, at hon aftur fær uppgávuna, at royna at skipa stjórn.
Tað eru næstan tveir mánaðir síðan, at danir vóru á vali, og higartil hevur ikki eydnast at skipað stjórn. Ongantíð áður hava stjórnarsamráðingar í Danmark tikið so langa tíð.
-
Lars Løkke Ramussen enn einaferð høvuðspersónur (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
-
Troels Lund Poulsen á tíðindafundi fyrr í kvøld tá hann ásannaði, at tað ikki eydnaðist at skipa stjórn (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
-
Troels Lund Poulsen á vitjan hjá kongi í kvøld (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald