Innanlands

Bárður á Steig Nielsen á uttanríkisráðharrafundi í Helsingborg

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum luttók fríggjadagin á fundi saman við arktisku sameindu uttanríkisráðharrunum úr USA, Kanada, Noregi, Íslandi, Svøríki, Danmark, Grønlandi og Finnlandi

2026-05-23 10:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við NATO-uttanríkisráðharrafund í Helsingborg luttóku Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum fríggjadagin á fundi saman við arktisku sameindu uttanríkisráðharrunum úr USA, Kanada, Noregi, Íslandi, Svøríki, Danmark, Grønlandi og Finnlandi.

Á fundinum vórðu trygdar- og verjupolitiskar NATO-raðfestingar á norðurleiðum umrøddar.

Landsstýrismaðurin vísti á, at Føroyar miðvíst virka fyri og taka lut í átøkum, sum stuðla undir raðfestingum hjá NATO um okkara leiðir. Millum annað varð víst á økta talið av kavbáta- og flotavitjanum, styrkt radaraeftirlit og luttøku í felags venjingum.

Londini vóru samd um eina felags yvirlýsing, sum leggur dent á týdningin at raðfesta trygd og verju í mun til norðurleiðirnar miðvíst í NATO-høpi og í sínámillum samstarvi.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder