Innanlands

KG er meira enn bara eitt hotell

-Tað er eitt tað størsta ískoytið til sosialu vistskipanina í Klaksvík í longri tíð. Tað er ikki nakað, sum bara kemur til Klaksvíkar, tað verður ein partur av at liva í Klaksvik. 

Randi á Bergi, søluleiðari á KG: -Meðan Norðoyatunnilin skapti karmarnar, so skapa vit við KG innihaldið. Myndir Jan Müller

Randi á Bergi, søluleiðari á KG: -Meðan Norðoyatunnilin skapti karmarnar, so skapa vit við KG innihaldið. Myndir Jan Müller

2026-05-23 19:06 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta var greiði boðskapurin hjá nýggja søluleiðaranum á nýggja KG hotellinum í Klaksvík, Randi á Bergi, tá hon fyri fullum húsum á Atlantic Fair messuni greiddi frá hesi stóru nýskapan í Klaksvík. 

Randi á Bergi vísti á, at Klaksvíkin hevur altíð dugað væl at bygt arbeiðspláss. Fiskivinnan hevur í nógv ár verið ryggurin í býnum, og hon hevur skapt arbeiði og eisini skapt eina sterka mentan rundan um arbeiðssemi og samanhald og hon helt fram:

-Men nú byggja vit nakað annað. Ikki bara eitt arbeiðspláss – men eisini eitt stað, har fólk kunnu møtast eftir arbeiðsdagin, fundast, halda tiltøk, drekka kaffi ella fara í spa.

Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at Klaksvík flytur seg framá. Í 1938 bleiv Klaksvík til tað, vit kenna í dag, tá teir fýra bylingarnir Heimi í Vagi, á Myrkjanoyri, í Gerðum og uppi á Uppsølum alment sameintist til eina felags bygd. Hetta var byrjanin uppá ta Klaksvíkina, sum vit kenna í dag. 

Og eg fari ikki at telja alt upp, sum fiskivinnan hevur gjørt fyri Klaksvík. Men vit vita øll, hví Klaksvík verður kallað fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya. Tað hevði ikki verið so uttan tey stóru tøkini, sum persónar í fiskivinnuni hava tikið fyri at menna býin. 

Og KG er eitt av hesum tøkunum.

[object Object]

Síðani hava vit eisini havt aðrar kollveltingar: Norðoyatunnilin er ein tann størsta í nýggjari tíð. Tit vita tað nokk sjálvi, hvussu stór broyting kom í.

Klaksvík verður ofta tosað um tíðina sum áðrenn og aftaná Norðoyatunnilin. Og eg hugsi, um vit um nøkur ár kanska eisini fara at siga áðrenn og aftaná KG?

Eg ringdi til Karl borgarstjóran í Klaksvík fyri at spyrja um hansara tankar um KG, og um hann møguliga kundi koma við einum sitati til framløguna. Hann segði:  

"Norðoyatunnilin var ein stór kollvelting – eg ímyndi mær, at hetta kemur at vera minst líka stór kollvelting fyri Klaksvík."

Og tað fekk meg at hugsa. Tí Norðoyatunnilin broytti nógv. Hann broytti mátan, vit ferðast uppá, og hann skapti nýggj sambond og nýggjar møguleikar. Men hesuferð er tað eitt sindur øðrvísi

Tí meðan Norðoyatunnilin skapti karmarnar, so skapa vit við KG innihaldið. Norðoyatunnilin skapti sambandið – men vit koma at skapa samveruna.  Og har sum vit nú lættliga kunnu ferðast til Klaksvíkar, geva vit staðið at møtast.

So koma vit aftur til tað, eg segði í byrjanini: KG er meira enn eitt hotell. Tí tá fólk hoyra hotell, so hugsa tey ofta um gisting. Men tá vit siga hotell, so meina vit nakað nógv størri enn tað. Her verður sjálvandi møguleiki at gista – men her verður eisini nógv annað, sum kemur at skapa lív í húsinum hvønn dag.

[object Object]

Vit hava eina café, vínbarr og matstovu, alt við ymiskum tilboðum og til ymisk høvi. Men tað er undir sama navnið SAND.

Tað verður eitt stað har tú kanst koma inn til eina lekra 5 rættaða matskrá, ein fish and chips við fiski úr Klaksvík, ein fínligan drink við vinfólki ella bara heilt einfalt ein kaffimunn. 

Vit fáa eisini ALDU, okkara spa-øki. Har verður ikki soltið av møguleikum bæði innan og uttandura. Eg fari ikki at oyðileggja yvirraskilsisfaktorin, tá tit koma inn, so eg sigi ikki for nógv. Men har verður uttandura heitur hylur, umframt sauna úti og inni, við góðum møguleika at dyppa frá einum mola, sum er bygdur til tað sama. 

Vit fáa eisini fundarrúm – Kyrrindi, Blik og Logn – sum kunnu brúkast til alt frá smærri fundum til heilir arbeiðsdagar. Tí vit tosa nógv um ferðafólk, men hetta verður eisini eitt stað fyri føroyska vinnulívið. Tað er eisini nakað av tí, sum vit vilja vera: ein karmur, har fólk kunnu hittast, arbeiða og fáa ting at henda.

[object Object]

Og so fáa vit Sjósalin. Hann verður okkara stóri salur, sum kann brúkast til veitslur og ráðstevnur – ella tað, sum tit ynskja. Við utsýni yvir Kunoyarnes.  Aldurnar koma at bróta beint at salinum, sum hevur vindeygu frá top til tá. Har er pláss fyri upp til 300 fólkum sitandi, 500 fólkum um tað er til ráðstevnur, har fólk ganga runt. Tað gevur heilt nýggjar møguleikar í Klaksvík – bæði til ráðstevnur, veitslur og tiltøk. 

So tað, sum ger hetta spennandi, er ikki bara ein café, eitt spa ella ein salur hvør sær. Tað er, at alt verður savnað undir sama taki.

Og tað er tað, eg meini, tá eg sigi, at hetta er meira enn eitt hotell, tað skapar lív í miðbýinum í Klaksvík. 

[object Object]

Vit hava sjálvandi brúkt nógva tíð uppá hotellið sjálvt – hvussu tað skal síggja út, hvørja uppliving fólk skulu fáa og hvussu tað skal følast. 

Eitt orð, sum hevur fylt nógv hjá okkum gjøgnum alt arbeiðið, er aktivt. Tí vit vilja ikki skapa eitt stað, sum følist for stillisligt ella ov stívt. Har skal okkurt vera í gongd. Har fólk koma og fara, og har tað er rørsla og orka í húsinum. Og tað passar kanska eisini nokkso væl til okkum sjálvi. Tí vit hava eina unga leiðslu, og nógv ymisk hugskot og tankar í spæl alla tíðina – tað gongur ikki altíð so stillisliga fyri seg. 

Men tað, sum er viktigt í hesum her, er ikki tann ungi aldurin, heldur er tað hugburðurin. Tí vit vilja vera eitt stað, har fólk føla seg væl og øll føla seg vælkomnan.

Kanska tit hava hugsað um, at tað er ein maritimur og lokalur reyður tráður gjøgnum alt hotellið. Tí vit hava ikki funnið upp á nakað fremmant. Vit hava ikki roynt at lagt nakað niður yvir Klaksvík, sum ikki hoyrir til her. Vit hava tikið nakað, sum longu er Klaksvík, og bygt víðari uppá tað.

Tað maritima gongur aftur allastaðni. Í søguni, í kensluni og eisini í nøvnunum, sum tit hoyrdu. Um tit bóka eina veitslu ella brúdleyp á KG, fáa tit møguleikan at velja millum 4 pakkar, sum eru uppkallaðir eftir teimum 4 upprunaligu býlingunum í Klaksvik. 

Og hetta eru smáting í stóru myndini, men tað er valt við vilja. Tí vit ynskja, at tað skal kennast sum nakað, ið  hoyrir til her í Klaksvík. 

Men tað, sum eg haldi er serligt við KG, er, at tað er tikið so nógv atlit til Klaksvíkina og tað lokala. Men tá ið tú situr inni á KG og sær útyvir býin, er tað ein heilt onnur kensla. Tað følist eitt sindur sum at koma úr Klaksvík, mitt í Klaksvík. 

[object Object]

Tú situr við sjógvin. Hyggur yvir móti Kunoynni. Og hevur tey kendu fjøllini rundan um teg. Og samstundis situr tú í einum stað, sum kennist sofistikerað, róligt og eitt sindur sum ein lítil flýggjan úr gerandisdegnum.

Og tá nakað nýtt kemur, so plagar ofta meira at koma aftaná. Tí Nakað skapar nakað. Lív dregur meira lív við sær. Og tað vóna vit eisini, at hetta kann gera fyri Norðoyggjar.

Eg fari ikki at nevna nøvn, tí so gloymi eg heilt sikkurt onkran. Men vit hava longu nógv fantastisk virki og veitarar í Klaksvík og Norðoyggjum. Og tað eru eisini tey vit vilja arbeiða saman við. Tí tað ideella hevði verið, um tað virksemið, sum kemur við KG, ikki steðgar inni á hotellinum – men eisini flýtur víðari út til aðrar aktørar í býnum. So vónandi galdar orðatakið: nakað skapar nakað, og meira lív kemur í. Fleiri hugskot og fleiri møguleikar at skapa okkurt nýtt spírist úr. 

Tí Klaksvík hevur altíð havt dirvi. Klaksvík hevur altíð torað at hugsa stórt.

Fiskivinnan gjørdi tað. Norðoyatunnilin gjørdi tað. Og nógv annað hevur flutt býin fram. Vit eru heldur ikki altíð samd fyrst. Tað eru vit kanska framvegis ikki. Men nógv av tí, sum í dag kennist sjálvsagt, byrjaði sum eitt stórt hugskot.

Og tað er eitt sitat mær damar væl frá Matthew Arnold, sum sigur:  “The freethinking of one age is the common sense of the next”

Also: "Fríhugsanin í einum ættarliði er sunnur fornuftur í tí næsta."

Tað, sum sær stórt út í dag, verður sjálvsagt um nøkur ár og ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Og tað hevði kanska verið besta tekin um, at vit hava gjørt nakað rætt.

[object Object]Johanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways fegnast saman við dótturini Randi á Bergi um nýggja hotellið - enn ein nýskapar í føroyska samfelagnum. 

[object Object]Kent andlit frá hotellvinnuni varð komið á Atlantic Fair  at hoyra nýggja hotellspíran umrøða KG. 

Tit eru hjartaliga vælkomin til opið hús tann 16. juni, tá vit lata upp fyri almenninginum segði Randi á Bergi, søluleiðari á nýggja hotellinum í Klaksvík á Atlantic Fair hósdagin. 

[object Object]Eirikur Jákupson er stjóri á nýggja KG hotellinum. 





























placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder