Í gjár handtók løgreglan tveir útlendingar, sum arbeiddu sum ferðaleiðarar í Føroyum.
Tað var fyrrapartin í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at hesir arbeiddu uttan arbeiðsloyvi í Føroyum, og tað er brot á útlendingalógina, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ferðaleiðararnir vóru í Kalsoynni, og tá báturin kom aftur úr Kalsoynni seinnapartin í gjár, var løgreglan klár at handtaka teir.
Teir hava sovið í arrestini í nátt, og ætlanin var at grundlógaravhoyra teir klokkan 13, men eingin grundlógaravhoyring verður kortini.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at avgerð er tikin um, at teir verða afturhildnir í trý samdøgur - galdandi frá klokkan 16 í gjár, tá teir vórðu handtiknir.
Dagførd kl. 11.38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald