Ein persónur, sum er undir illgruna fyri at hava latið skot av í einum øki nær við Hvítu Húsini í nátt, er deyður, upplýsir ameriaknska trygdartænastan Secret Service.
Tað var um 23-tíðina í gjárkvøldið okkara tíð - klokkan 18 amerikanska tíð - at ein persónur tók eitt vápn fram og byrjaði at skjóta.
Secret Service svaraði aftur og rakti persónin, sum varð sendur á sjúkrahús í økinum, har hann varð staðfestur deyður, sigur Secret Service.
Secret Service leggur afturat, sambært Ritzau, at ein annar persónur eisini varð raktur av skotum - um tey vóru frá Secret Service ella brotsmanninum, verður ikki upplýst.
Eingin frá Secret Service ella nakar annar fekk skaða.
Secret Service váttar, at amerikanski forsetin, Donald Trump var í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið, meðan hetta gekk fyri seg.
Hendingin verður kannað.
Ónevndar keldur siga við CNN, at persónurin, sum lat skot av var ein 21 ára gamal maður. Talan er um ein mann, sum hevur búð í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C. í hálvtannað ár.
Maðurin hevði í juli í fjør ein samanbrest við Secret Service, tá hann royndi at fáa atgongd til Hvítu Húsini, og varð hann síðani sendur á psykiatriskt sjúkrahús.
Amerikanski forsetin, Donald Trump takkar í dagføring á sínum egna sosiala miðli, Truth Social Secret Service fyri arbeiði teirra í nátt.
– Takk til okkara frálíka Secret Service og rættarhandhevjandi myndugleikarnar fyri teirra skjóta og profesionella arbeiði í kvøld móti einum vápnaðum manni nær við Hvítu Húsini, skrivar Trump m.a. og leggur afturat, at maðurin hevði eina "harðliga fortíð".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald