Uttanlands

Macron ávarað Lukasjenko

Franski forsetin ávarar hvítarussiska forsetan ímóti at leggja seg uppí kríggið í Ukraina, eftir at ukrainski forsetin hevur ávarað um, at Russland kann fyrireika álop úr Hvítarusslandi

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

2026-05-25 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franski forsetin, Emmanuel Macron hevur ávarað hvítarussiska forsetan, Aleksandr Lukasjenko ímóti at leggja seg uppí kríggið millum Russland og Ukraina.

Tað gjørdi Macron í telefonsamrøðu við Lukasjenko sunnudagin, sigur ein dulnevnd kelda við tíðindastovuna AFP.

Sambært kelduni undirstrikaði Macron vandan við, at Hvítarussland letur Russland hála landið uppí kríggið móti Ukraina.

Macron heitti eisini á Lukasjenko um at taka neyðug stig fyri at bøta um viðurskiftini millum Hvítarussland og Evropa.

Upplýsingar eru ikki um aðrar samrøður, sum hava verið millum Macron og Lukasjenko, síðan kríggið í Ukraina brast á í februar 2022, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Heimasíðan hjá hvítarussiska forsetanum váttar samrøðuna við Macron. Har verður upplýst, at Macron og Lukasjenko umrøddu viðurskiftini millum Hvítarussland og ES og serliga millum Hvítarussland og Frakland.

Tað var Frakland, sum hevði biðið um samrøðuna, verður sagt.

Sinnaður at hitta Zelenskyj
Lukasjenko er ein tættur sameindur hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. Tá Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, komu russiskar herdeildir eisini úr Hvítarusslandi.

18. mai høvdu Hvítarussland og Russland kjarnorkuvenjingar, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur sambært ukrainska miðlinum Kyiv Independent eisini ávarað um, at Russland kann vera í holt við at fyrireika álop úr Hvítarusslandi, og at verjan við hvítarussiska markið verður styrkt.

Lukasjenko hevur víst aftur, at hann skal hava ætlanir um at leggja seg uppí kríggið, uttan so at lopið verður á hvítarussiskt øki.

Forsetin í Hvítarusslandi hevur hinvegin sagt, at um Zelenskyj hevur nakað at siga, er Hvítarussland opið fyri samskifti, og er hann sjálvur sinnaður at taka ein fund við Zelenskyj.

– Eg eri til reiðar at hittast hvar tað skal vera - í Ukraina, í Hvítarusslandi - og tosa um truplu viðurskifitni millum Hvítarussland og Ukraina, sigur hann.

Men í Ukraina taka tey ikki hetta tilboðið í álvara. Tað er greitt, at orðini hjá Lukasjenko ongan týdning hava og eigur mann at hyggja at gerðum hansara, sigur ráðgevi hjá ukrainska forsetanum.

Seinast Zelenskyj og Lukasjenko hittust var í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder