Innanlands

Ein ferðaleiðari leyslatin

Tann eini av ferðaleiðarunum, sum varð handtikin leygardagin, situr í varðhaldi fram til seinnapartin í morgin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-25 10:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin handtók løgreglan tveir útlendskar ferðaleiðarar, sum ikki høvdu arbeiðsloyvi í Føroyum. Løgreglan valdi at afturhalda teir í trý samdøgur, men tann eini ferðaleiðarin - ein fronsk kvinna - varð longu leyslatin aftur í gjár, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hin ferðaleiðarin - ein skotskur maður - situr framvegis í varðhaldi, og tað ger hann fram til seinnapartin í morgin klokkan 15.56, tá løgreglan skal hava avgreitt málið.

Ferðalagið, sum var saman við teimum báðum ferðaleiðarunum í Kalsoynni leygardagin, var amerikanskt. Sambært løgregluni hava ferðaleiðararnir helst verið fleiri túrar í Føroyum.

Orsøkin til, at kvinnan varð leyslatin er, at mett verður, at tað var maðurin, sum hevði ábyrgdina í málinum.

Vaktleiðarin sigur, at eitt uppskot til bót er gjørt, men upplýst verður ikki, hvussu stór hon er. Hetta skal eisini kannast av løgfrøðingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder