Innanlands

Skal skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tikið avgerð um, at Sernám frá 1. juni verður ein deild í Undirvísingarstýrinum

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd)

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd)

2026-05-25 12:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Harvið verður fyribilsskipanin, sum hevur verið galdandi síðani 1. september 2025, varandi.

Endamálið við bygnaðarbroytingini er at skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild – serliga innan fólkaskúlan, har nógv av virkseminum hjá Sernámi er. Samstundis verður eisini arbeitt fyri góðum samstarvi við dagstovnaøkið og miðnámsøkið, sum bæði fáa ráðgeving frá Sernámi.

Í nýggja bygnaðinum verður Sernám ein faklig deild í Undirvísingarstýrinum við ábyrgd av sernámsfrøðiligari ráðgeving, fakligari menning og samstarvi við dagstovnar, skúlar og onnur tilboð. Dentur verður lagdur á at styrkja inklusjón og fyribyrgjandi arbeiði.

Samtíðis er hædd tikið fyri at tryggja gott og skipað samstarv við Nám á teimum økjum, har fakligur samanhangur er, millum annað innan námsætlanir, eftirútbúgving og menning av undirvísingartilfari.

Undirvísingarstýrið fer nú at søkja eftir deildarleiðara til Sernám. Ætlanin er, at viðkomandi byrjar í starvinum 1. august 2026.

Mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder