Itamar Ben-Gvir, ísraelskur ráðharri í trygdarmálum sleppur ikki at ferðast inn í franskt øki, boðaði franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Noel Barrot frá um vikuskiftið.
Orsøkin til hetta er ein videoupptøka, har ísraelski trygdarmálaráðharrin spottar mótmælisfólk, sum vórðu handtikin í farnu viku, tá teir royndu at sigla til Gaza.
Á upptøkuni sæst, at mótmælisfólkini verða tvungin niður á knæ, meðan Itamar Ben-Gvir veitrar við ísraelska flagginum, og ísraelski tjóðsangurin verður spældur, skrivar DR.
Tað er Ben-Gvir sjálvur, sum hevur deilt upptøkuna á X við orðunum: – Tað er soleiðis vit bjóða yvirgangsstuðlum vælkomin.
Mótmælisfólkini eru víst úr Ísrael aftur. Fleiri teirra hava sagt, at tey hava verið fyri harðskapi, meðan tey hava verið í varðhaldi í Ísrael, nakað, sum ísraelar hava víst aftur.
Franski uttanríkismálaráðharrin heitir sambært Reuters á ES um eisini at seta í verk revsitiltøk móti Ben-Gvir.
Fleiri laðrir eiðarar og ráðharrar kring heimin hava funnist at ísraleska ráðharranum. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu heldur fast við, at tað var rætt at handtaka mótmælisfólkini, men leggur afturat, at atburðurin hjá Ben-Gvir ikki samsvarar við ísraelsk virði og siðvenjur.
Ísraelski uttanríkismálaráðharrin, Gideon Saar hevur eisini funnist at Ben-Gvir.
– Tú ert ikki andlitið hjá Ísrael, skrivar hann á X.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald