Uttanlands

Sonja drotning sjúkrameldað

Norska drotningin hevur trupulleikar við hjartanum og er sjúkrameldað í eina viku

(Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-05-25 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norska Sonja drotning er sjúkrameldað í eina viku. Tað er hjartableiktran og hjartaviknan, upplýsir norska kongshúsið.

88 ára gamla drotningin hevur tørv á hvíld og tillaging av heilivági hennara, men hon er við gott mót, verður upplýst sambært Ritzau.

Norska drotningin verður ikki innløgd, meðan hon er sjúkrameldað men verður heima, sigur norska kongshúsið.

Tað var mánadagin í farnu viku, at boðað varð frá, at norska drotningin mátti avlýsa almennu uppgávur sínar orsakað av trupulleikum við hjartanum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at norska drotningin er rakt av trupulleikum við hjartanum. Á skíðferð í januar í fjør varð hon eisini rakt av hjartableiktran, og fekk hon tá ein kvikil ísettan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder