Ein partur av upprunaligu trappuni Eiffeltorninum varð hósdagin seldur á uppboðssølu fyri 450.000 evrur í franska høvuðsstaðnum París. Í okkara krónum svarar upphæddin til 3,4 milliónir.
Keyparin var til staðar í auktiónshúsinum Artcurial, sum stóð fyri søluni, skrivar Ritzau.
Trappan, sum varð seld hósdagin var 2,7 metrar høg, vigaði 1,4 tons og hevði 14 trin. Trappan stavar frá 1889, tá tornið varð liðugt.
Tilsamans 526 trin vórðu í 1983 skorin í smærri petti og seld, tá lyfta kom í staðin.
Í 2013 varð ein partur við 19 trinum seldur fyri 220.000 evrur - 1,6 milliónir, og í 2016 varð ein annar partur av trappuni seldur einum asiatiskum keypara. 14 trin vórðu seld fyri 523.800 evrur, sum svaraði til 3,9 milliónir krónur.
Partar av gomlu trappuni á Eiffeltorninum eisini eisini at finna á m.a. søvnum kring heimin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald