Innanlands

Ferðaleiðarin sleppur av landinum í dag

Hann játtar seg partvís sekan, men tekur ikki við sektaruppskotinum hjá løgregluni upp á 300.000 krónur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-26 07:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðaleiðarin, sum fríggjadagin varð handtikin tá Sam kom á Klaksvík, er leyslatin og sleppur av landinum í dag.

Tað upplysir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Maðurin, sum er skoti, varð skuldsettur fyri at arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi. Málið hevur verið avgreitt sum skundmál, og tað er lutvíst avgreitt. Maðurin hevur játtað seg sekan lutvíst sekan, men hann tekur ikki við sektaruppskotinum, sum løgreglan hevur mett til 300.000 krónur.

Sektin er roknað eftir øðrum dømi og síðani faldað upp í mun til, at hann hevur framt brotið í Føroyum í seks umførum.

Hetta skal tískil standa sína roynd í rættinum, og nær tað verður, er ógreitt.

Maðurin er útvístur úr Føroyum í tvey ár.

Tað vóru annars tveir ferðaleiðarar, sum vóru handtiknir. Ein fronsk kvinna var leyslatin sunnudagin, tí mett var ikki at skuldsetingarnar móti henni fóru at halda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder