Innanlands

Djóni Nolsøe Joensen nýggjur deildarleiðari hjá Dugna

Fyrrverandi landsstýrismaðurin skal vera deildarleiðari á deildini hjá Dugna á Kambsdali og í Klaksvík

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-26 08:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Djóni Nolsøe Joensen, fyrrverandi landsstýrismaður í Barna- og undirvísingarmálum, er nýggjur deildarleiðari hjá Dugna.

Setanarbólkurin var samdur um innstillingina, og stýrið fyri Dugna hevur tikið undir við henni. Djóni Nolsøe Joensen er settur sum nýggjur deildarleiðari á deildini hjá Dugna á Kambsdali og í Klaksvík.

Djóni er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan námsfrøðiliga økið. Harumframt hevur hann drúgvar leiðsluroyndir og politiskar royndir, har hann hevur verið bæði løgtingslimur og landstýrismaður.

Djóni Nolsøe Joensen byrjar í starvinum 1. juni 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder