Í apríl var arbeiðsloysið í Føroyum 0,9 prosent - 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.
335 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í apríl - 118 kvinnur og 217 menn - sum eru 60 færri enn í sama mánað árið fyri. Hetta svarar til 286 fulltíðararbeiðsleys - 47 færri enn í apríl í fjør.
13 prosent av teimum arbeiðsleysu vóru langtíðararbeiðsleys, sum merkir, at tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 34 prosent, av teimum arbeiðsleysu høvdu verið arbeiðsleys millum tríggjar til seks mánaðar.
Arbeiðsloysið var minst í Vágum - 0,5 prosent - og størst í Suðuroynni - 1,6 prosent, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald