Innanlands

Tórshavnar kommuna fer at gera arkitekturpolitikk

Kommunan vil hoyra frá borgarunum og hevur í hesum sambandi lagt eina spurnakanning á heimasíðuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-26 21:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna er í eini tilgongd at gera ein arkitekturpolitikk og hevur í hesum sambandi lagt eina spurnarkanning á heimasíðuna hjá kommununi, har borgarar kunnu siga sína meining um evnið.

Kanningin hevur, sambært kommunu til endamáls at "fáa innlit í hugburð og meiningar, ið skulu leiðbeina arkitekturpolitikkin".

Allir borgarar í kommuni, og onnur, sum hava tilknýti, og sum brúka høvuðsstaðarkommununa ella hava meiningar um evnið, eru vælkomin at taka lut í kanningini, sigur Tórshavnar kommuna.

Arbeiðið at gera nýggjan arkitekturpolitikk verður eftir ætlan liðugt í ár, og í sambandi við arbeiðið fer kommunan eisini at skipa fyri borgarafundum við áhugsabólkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder