2026-05-27 10:43
Fíggingin til arbeiðsmarknaðarátøk stavar frá fænum í Frítíðargrunninum.
Upp til í mesta lagi 3 mió. kr. vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðargransking í 2026.
Hesar verkætlanir fingu stuðul til gransking:
- Monika Nolsøe Johannesen: ”Arbeiðsvirkni eftir pensjónsaldur: ein tvørvísindalig kanning av orsøkum til, at nógvir føroyingar arbeiða eftir pensjónsaldur"
Ph.d.-verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.500.000 kr. - Barbara Scalvini: "FaroeLingo: ”Nýhugsan av skipaðum mentanarmótum í talgildari annaðmálslæring"
Ph.d.-verkætlan á Náttúruvísindadeildini og Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.500.000 kr.
Upp til í mesta lagi 600 tkr. vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðarkanningar í 2026.
Tvær verkætlanir fingu stuðul til kanningar:
- Gestur Hovgaard: ” Arbeiðsmarknaðurin og tey við avmarkaðum førleikum. Ein IPS-grundað pilotkanning við støði í næmingum frá Dugna.”
Kanningarverkætlan hjá Dugna – 300.000 kr. - Turið B. Jacobsen: ”Hjálpartólatænastan - út frá sjónarhorninum hjá ergoterapeutum.”
Kanningarverkætlan á Ergoterapeutfelagnum – 300.000 kr.
Við hesum játtanunum er øll tøka upphæddin til arbeiðsmarknaðargransking og -kanningar útlutað.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald