Høvuðsskrivstovan hjá Heimamissiónini er flutt inn á gamla barnaheimið mitt í Tórshavn.
Áður hevur høvuðsskrivstovan verið í Nesvík, beint við brúnna við Streymin. Tað er eisini har, at stóra leguhúsið hjá Heimamissiónin er.
Nakrar orsøkir eru til flytingina. Trúboðin skrivar, at flytingin millum annað hongursaman við einum ynski um betri pláss til leguvirksemi í Nesvík og at vera tættari at fólki í gerandisdegnum.
- Seinastu vikurnar eru starvsfólkini flutt úr Leguhúsinum, so fleiri kunnu fáa møguleika at koma á legu. Allar barnalegurnar í summar eru longu fullteknaðar, og tørvurin á meira plássi er týðuligur. Ætlanin er at fáa fleiri pláss í komandi ár.
Flytingin varð á ein hátt hátíðarhildin í síðstu viku við morgunkaffi á nýggju skrivstovuni.
Fleiri úr høvuðsstýrinum vóru við, teirra millum formaðurin Heri Kjærbo. Hann takkaði hjartaliga fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum og endaði við at lýsa signingina yvir bæði starvsfólk og arbeiðið.
Aðalskrivarin Jákup Brúsá gleddi seg um nýggju karmarnar og legði dent á, at staðsetingin mitt í høvuðsstaðnum er ein stórur møguleiki fyri arbeiðið framyvir. Haðani eru góðir møguleikar at koma í samband við fólk og at gera arbeiðið meira sjónligt í gerandisdegnum.
- Tað va eisinir ein serstøk løta, tá Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen frá Bíbliufelagnum kom inn um dyrnar við Nýggja testamenti í nýggjari týðing, sum júst er prentað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald