Fyrsta reikferðarskipið kemur til Hvalvíkar 1. juli

M/S Expedition verður fyrsta slíka skipið, sum leggur at í Sunda kommunu

M/S Expedition, sum er 105 metur langt og 19 metur breitt. Umborð eru áleið 100 ferðafólk og 90 starvsfólk. Ferðafólkini fáa fleiri lokalar upplivingar undir uppihaldinum (Mynd: sunda.fo)

M/S Expedition, sum er 105 metur langt og 19 metur breitt. Umborð eru áleið 100 ferðafólk og 90 starvsfólk. Ferðafólkini fáa fleiri lokalar upplivingar undir uppihaldinum (Mynd: sunda.fo)

2026-05-27 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ætlan kemur fyrsta reikferðarskipið higartil at bryggju í Sunda kommunu komandi mánadag, 1. juni. Skipið skal liggja við bryggju í Hvalvík.

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari

Talan er um M/S Expedition, sum er 105 metur langt og 19 metur breitt. Umborð eru áleið 100 ferðafólk og 90 starvsfólk.

Tað er lokala fyritøkan kajakk.fo, sum stendur fyri vitjanini, og lokala fyritøkan HK Bussar flytir ferðafólkini runt í kommununi.

Eftir ætlan vitja ferðafólkini Dúvugarðar í Saksun, við Gjógv og onnur støð í kommununi. Norðstreymoyar Dansifelag dansar føroyskan dans á bryggjuni, áðrenn fólkini fara avstað aftur, staðfestir sunda.fo.

- Sunda kommuna fegnast um, at tað hevur eydnast lokalum áhugaðum at síggja møguleikar í ferðavinnuni, og sær fram til at menna eitt spennandi tilboð í økinum, í tøttum samstarvi við lokalu vinnuna. Ætlanin er at fáa fleiri reikferðarskip til kommununa komandi árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder