Innanlands

Óvist um talan er um grindahval

Grindaboð vóru út fyri Æðuvík um middagsleitið. Ætlanin er at reka grindina til Havnar - um talan er um grindahval

(Savnsmynd: Silas Olofsson)

(Savnsmynd: Silas Olofsson)

2026-05-27 13:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin varð boðað frá grind út fyri Æðuvík. Fleiri bátar fóru av Havnini at vita, um grindin kundi rekast til Havnar.

Men enn er óvist, um havnarfólk skulu rokna við grind.

Sambært virkandi sýslumanni, Kára Thorsteinsson, er óvist, um tað verður til nakað. Rákið hevur ikki verið til vildar, og hartil hava springarar eisini verið ímillum.

Í løtuni eru bátar uppi við Flesjarnar, men enn hevur sýslumaðurin ikki fingið greiði á, um talan er um grindahval. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder