Innanlands

Grind út fyri Kaldbaksnesi

Dagført: Verður rikin til Havnar

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2026-05-27 16:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú vóru aftur grindaboð nærhendis Flesjarnar.

Fyrr í dag var talan um springarar, men hesaferð skal vera talan um grindahval, hóast springarar eisini eru uppií.

Talan er um eina stóra grind verður sagt.

Bátar eru komnir til grindina, og teir eru farnir undir at reka grindina til Havnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder