Innanlands

Stór grind lagt beinini í Sandagerði

Tekur eina góða løtu at fáa lívið av teimum seinastu hvalunum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-27 18:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein stór grind hevur í kvøld lagt beinini í Sandagerði í Havn og Argjum.

Grindin varð funnin seinnapartin, og eftir at ein springaraflokkur var skildur frá, varð farið at reka grindina til Havnar, har hon gjørdi landgongd nakað eftir klokkan 18.

Talan er um eina stóra grind. Fleiri hvalir gjørdu landgongd, men ikki allir, so nakað av tíð gekk áðrenn flestu hvalirnir vórðu avlívaðir. Enn er nakað eftir at drepa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder