Hetta er guff fyri umhvørvisfelagsskapir, var fleiri ferðir at hoyra í Sandagerði í kvøld, har tað tók fitt av tíð at drepa seinastu hvalirnar.
Nakrir av hvalunum vóru endaðir ov nær fjørðuni undir Sjósavninum, og tískil var truplari at fáa fatur á teimum.
Men talan var um stóra grind, sum legði beinini. Mett var millum 300 og 400 hvalir og tað fer helst at passa. Drápið byrjaði um seks tíðina og tað tók ein góðan tíma áðrenn alt var dripið.
Nógv fólk luttóku í drápinum og nógv fólk - vaksin og børn - hugdu eisini at.
Hvalirnir verða sleipaðir og tiknir upp á Vestaru bryggju, har skorið verður upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald