Tað verða helst nógvar grinda og springaradøgurðarar í annaðkvøld. Fyrr í kvøld vóru 150 springarar hildnir til í Skálafirði, og fyri løtu síðan gjørdu 80 springarar landgongd í Streymnesi.
Sýslumaðurin, Kári Thorsteinsson, upplýsir at drápið í Skálafirði gekk skjótt fyri seg. Býtt verður í drápspartar.
Umframt springaradrápini í kvøld, so løgdu einir 350 hvalir beinini í Havn um 18 tíðina.
- So skjótt drápið varð liðugt varð farið í holt við at merkja, og tað arbeiðið verður væntandi liðugt á midnátt, sigur Kári Thorsteinsson, sýslumaður.
- Og so vóni eg at seðlarnir koma út í morgin árini ella einaferð fyrrapartin, sigur sýslumaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald