Innanlands

Stóra grindin í Havn býtt í drápspartar og heimapartar

Seðlarnir til drápspartarnir koma væntandi út kl. 9 hósdagin. Nærri kunning verður um heimapartar, men tað verður skipað soleiðis, at fólk møta upp á staðnum og fáa part

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-27 23:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grindin sum í kvøld legði beinini í Havn var so mikið stór, at býtt verður í bæði drápspartar og heimapartar.

Hon liggur um 350 hvalir, kanska meira enn tað.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at seðlarnir til drápspartarnar koma væntandi út klokkan 9. Hetta á Vestaru bryggju.

Heimapartarnir verða býttir út millum fólk í Tórshavn og í bygdunum í kommununi og meira verður at frætta um hetta hósmorgunin.

Kommunan sigur, at greitt er longu nú, at talan verður ikki um at býta eftir gamla listanum um heimapartar. Heldur verður talan um, at fólk bara kunnu møta á staðnum, har skorið verður upp og fáa part.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder