Amerikanski grunnurin, The American-Scandinavian Foundation, ASF, hevur stovnað eina nýggja heiðursløn, sum verður uppkallað eftir føroyska týðaranum, Turið Sigurðardóttir, professara emerita, á Føroyamálsdeildini hjá Fróðskaparsetrinum.
The Turið Sigurðardóttir Translation Prize heiðrar bestu týðingarnar úr føroyskum og íslendskum bókmentir til enskt. Við vinninginum fylgja 2.000 dollarar, eitt heiðurstekn í bronsu og útgávu í Scandinavian Review.
Grunnurin skrivar í tíðindaskrivi, at henda heiðurslønin er gjørd møgulig við gávumildni frá virðislønta týðaranum og skaldinum, Randi Ward, sum tvær ferðir hevur fingið The Nadia Christensen Prize.
Nýggja virðislønin er navngivin til heiðurs fyri Turið Sigurðardóttir, slóðbrótandi professara emerita í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Sum bókmentafrøðingur, høvundur og týðari hevur hon víst seg sum ein hollur stuðlari og mentor hjá mongum. Í áratíggju hevur Turið ótroyttiliga eggjað einum vaksandi netverki av týðarum at týða til føroyskt og úr føroyskum, eins og hon hevur slóðað fyri ungum samtíðartýðarum gjøgnum forlag sítt, Ungu Føroyar.
Fyri sítt stóra íkast hevur Turið Sigurðardóttir móttikið íslendska Falkaordanin og føroysku M.A. Jacobsen bókmentavirðislønina. ASF vónar, at nýggja heiðurslønin, Turið Sigurðardóttir Prize, fer at eggja fleiri týðarum og einum breiðari ensktmæltum lesasraskara at fáast við føroyskar og íslendskar bókmentir.
Samstundis boðar ASF frá, at The Nadia Christensen Prize verður tvífaldað úr 2.500 til 5.000 dollarar. Henda heiðurslønin verður latin fyri týðingar úr norðurlendskum máli til enskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald