Seðlarnir í sambandi við springaradrápið í Streymnesi í gjárkvøldið koma út í bátahylinum á Oyrarbakka í morgun klokkan 10. Sunda kommuna skrivar, at fólk verða biðin um at taka atlit til hvønn annan í sambandi við parkering o.a.
132 springarar løgdu í gjárkvøldið beinini í Streymnesi. Eftir umstøðunum gekk drápið væl. Bert seks bátar vóru við í drápinum, og talan varð um áleið 70 drápspartar.
30 springarar vórðu koyrdir til Eiðis at skera upp. Røktarheimið Mørkin og Leguhúsið í Nesvík fáa eisini partar.
Fólk, ið eru áhugað at fáa sær eitt kók, men ikki eru uppskrivað í sambandi við drápið, eru vælkomin í bátahylin á Oyrarbakka umleið klokkan 13 at fáa sær, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald