Í gjár, 27. mai 2026, vóru lánsbrøv fyri 900 milliónir krónur seld. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands, boðar Landsbanki Føroya frá.
Peningurin skal brúkast til at rinda aftur eitt lán á 900 milliónir krónur, sum fellur til gjaldingar 19. juni 2026.
Nýggja lánið er eitt 4-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 3. juni 2030. Áljóðandi rentan er 2,875 prosent og kursurin fyri lánið var 99,936; tað vil siga, at effektiva rentan er 2,892 prosent. Effektiva rentan tekur atlit at bæði áljóðandi rentuni og kursinum.
Effektiva rentan á 3-ára láninum, sum verður goldið aftur 19. juni er 3,651 prosent, tað vil siga, at rentan á nýggja 4-ára láninum er 0,76 prosentstig lægri. Rentustøðið er fallið síðani 2023, tá lánið sum fellur til gjaldingar, varð tikið.
Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl. Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 900 milliónir krónurnar, ið tørvur var á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald