Hol varð sett á stóru firmakappingina hjá FM1 týsdagin, tá Gjaldstovan vann móti Poul Hansen, og í dag verður hildið fram.
Spekt og Faroe Ship kappast fyrst og síðani verða tað RV Tøkni og Runavíkar kommuna, sum fara at kappast um at vinna seg víðari í spurnarkappingini.
Tilsamans 24 fyritøkur og stovnar eru við í kappingini í ár og kappast verður tvær ferðir um vikuna, týsdag og hósdag. Byrjað verður klokkan 15:05.
Vinningarnir eru góðir. Vinnarin av finaluni vinnur gisting til 12 persónar á Hotel Brandan við máltíð á Húsagarði. Fyritøkan ella stovnurin á øðrum plássi vinnur ein túr við Rib62 fyri 12 persónar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald