Mentan

Stórur musikkskúlafestivalur í Havn fríggjadagin

Samanlagt eru yvir 30 konsertir á skránni frá klokkan 14 og stórar fimm tímar fram. Konsertstøðini eru: Finsen, Havnar kirkja, Reinsaríið, Perlan, Perlutorgið og ein uttandura pallur í Tórsgøtu

Á konsertunum fara vit at hoyra næmingar úr øllum landinum í øllum aldrum og á ymiskum støði framføra. Felags fyri konsertirnar er, at allar framførslurnar eru í bólkum – bæði størri og smærri

Á konsertunum fara vit at hoyra næmingar úr øllum landinum í øllum aldrum og á ymiskum støði framføra. Felags fyri konsertirnar er, at allar framførslurnar eru í bólkum – bæði størri og smærri

2026-05-28 15:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, fríggjadagin streyma musikkskúlanæmingar úr øllum landinum til Havnar og fara saman við næmingunum úr høvuðsstaðnum at fylla býin við góðum tónleiki.

Dagurin byrjar við skrúðgongu úr Grasagarði, og oman í Tórsgøtu, har nýggi
mentamálaráðharrin, Bárður á Lakjuni stendur klárur og fer at seta festivalin.

Klokkan 14 byrja konsertirnar, sum vera á seks ymsum pallum og støðum, og tær vera uttan íhald heilt til klokkan er farin av 19.

Konsertstøðini eru: Finsen, Havnar kirkja, Reinsaríið, Perlan, Perlutorgið og ein
uttandura pallur í Tórsgøtu.

Á konsertunum fara vit at hoyra næmingar úr øllum landinum í øllum aldrum og á ymiskum støði framføra. Felags fyri konsertirnar er, at allar framførslurnar eru í bólkum – bæði størri og smærri. Samlað verða konsertirnar væl omanfyri 30 í tali.

Fult yvirlit er á torsgota.fo

Lolaku miusikkskúlarnir skipa fyri. Fyrireikararnir vóna at nógv fólk kemur oman í býin at lurta eftir hesum spírunum í øroyskum tónleikalívi. Tiltakið  fríggjadagin er alment og ókeypis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder