Innanlands

Nú er summarfrí hjá Løgtinginum

Eftir at millum annað hava samtykt uppskotið um leigustuðu, skuldu tinglimirnir syngja tjóðsangin. Næsta tingár byrjar um tríggjar mánaðir - á ólavsøku

Seinasti tingfundurin í hesum tingárinum var á skránni í dag. Byrjað var við ófraboðaðum fyrispurningum, og síðani vóru níggju triðju viðgerðir (Mynd: logting.fo)

Seinasti tingfundurin í hesum tingárinum var á skránni í dag. Byrjað var við ófraboðaðum fyrispurningum, og síðani vóru níggju triðju viðgerðir (Mynd: logting.fo)

2026-05-28 17:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti tingfundurin í hesum tingárinum var á skránni í dag. Byrjað var við ófraboðaðum fyrispurningum, og síðani vóru níggju triðju viðgerðir.

Eykajáttanarlóg fyri apríl og mai, uppskot um útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn og uppskotið um leigustuðul vóru millum vóru millum samtyktu málini.

Sí yvirlit yvir málini her

Síðani ynskti ynskti løgtingsformaðurin øllum løgtingskvinnum og løgtingsmonnum eina góða summarfrítíð, og "Tú alfagra land mítt" rungaði " í tingsalinum.

Løgtingið, ið varð samansett av nýggjum eftir valið 26. mars, kemur saman aftur á ólavsøku. Tað vil siga um tríggjar mánaðir.

[object Object]
Nýggja Løgtingið kom saman fyrstu ferð 13. apríl. Tingárið telur tó sum eitt - frá ólavsøku 2025 (Mynd: Jens Kr. Vang)

59 tingfundir seinastu níggju mánaðirnar

At eitt løgtingsval hevur verið í úrtíð, hevur ávirkað virksemi nakað. Heimasíðan hjá løgtinginum hevur hesi hagtølini fyri júst farna tingárið:

Síðani á ólavsøku 2025 hevur Løgtingið havt 59 fundir, ið hava vart 304 tímar. 110 mál eru løgd fram, umframt ein frágreiðing sambært § 51 í Tingskipanini. 

Tríggir skrivligir fyrispurningar eru settir hetta tingárið. 85 munnligir fyrispurningar hava verið á skrá á seks fundum. 20 áfráboðaðir fyrispurningar eru settir og svaraðir á trimum fundum. 

114 § 52a spurningar eru settir. 

Fíggjarnevndin hevur havt 37 fundir, Uttanlandsnevndin 15, Vinnunevndin 12, Trivnaðarnevndin 18, Mentanarnevndin 12 og Rættarnevndin hevur havt 19 fundir. § 25 nevndin hevur havt ein fund. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder