2026-05-28 17:09
Enn er fitt av grind at fáa á Vestaru bryggju, har tað hevur verið skorið upp síðani klokkan 13.
Tórshavnar kommuna sigur, at øll í landinum vælkomin til Havnar at fáa sær part.
Vestara bryggja fyrr í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Grindin var tann størsta, sum hevur lagt beinini í Havn í nógv ár. Beint omanfyri 400 hvalir vóru merktir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald