Tað var ávegis, áðrenn val varð útskrivað síðst í februar, og beint áðrenn nýsamansetta Løgtingið fór í summarfrí, er lógaruppskotið um leigustuðul samtykt.
Sí eisini: Nú er summarfrí hjá Løgtinginum
Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Margit Stóra, legði málið fyri tingið. Í gjár fór tað sendandi ígjøgnum við triðju viðgerð. Tað var bert Framsókn (Bjarni Kárason Petersen ímóti og Ruth Vang blankt), sum ikki atkvøddi fyri uppskotinum.
- Við leigustuðlinum fáa føroyskar familjur, sum búgva til leigu, størri fíggjarligt rásarúm í gerandisdegnum og harvið eisini betri møguleikar at spara saman til at keypa sín egna bústað í framtíðini, um tey ynskja tað, sigur Margit Stóra í sambandi við nýggju lógina.
Hon inniber, at føroysk húski fáa ein leigustuðul svarandi til 20 prosent av húsaleiguni, tó í mesta lagi 1.500 krónur um mánaðin.
Ætlanin er eisini, at hendan lógin skal betra um møguleikarnar hjá teimum við lægri inntøkum: Leigustuðulin er inntøkutreytaður, so tey við hægri inntøkum fáa minni í stuðli enn tey við lægri inntøkum.
- Persónur, ið annaðhvørt býr einsamallur ella er stakur við børnum, fær fullan leigustuðul, um hann hevur inntøku lægri enn 350.000 krónur. Húski, ið telur tveir ella fleiri vaksnar persónar, ið tilsamans havi eina inntøku lægri enn 500.000 fær somuleiðis fullan leigustuðul.
Leigustuðulin er harafturat treytaður av, at húskið býr til leigu í einari sjálvstøðugari íbúð við egnum køki, og at talan er um langtíðarleigu sambært leigulógini, staðfestir Almanna- og Bústaðarmálaráðið.
Meira um samtykta uppskotið sæst her
Løgtingslógin um leigustuðul kemur í gildi 1. september 2026, og tað fer at bera til at søkja um leigustuðul frá oktober 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald